Heintar... Vinaliga bíða...
Eingin úrslit eru at vísa.
Tú kanst leita við at skriva navn ella gravarnummar í leitifeltið ella velja grøv frá kortinum.
Postmoga 32
FO-110 Tórshavn
30 20 10 torshavn@torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna facebook
Avgreiðslutíðir:
Mánadag-hósdag: 9.00 til 16.00
Fríggjadag: 9.00 til 15.00
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
410 000 klaksvik@klaksvik.fo www.klaksvik.fo Klaksvíkar kommuna á Facebook
Avgreiðslutíðir:
Mánadag - Fríggjadag: 10.00 til 16.00
Bakkavegur 8 | Postboks 91
FO-350 Vestmanna
Avvarðandi mugu sum tað fyrsta seta seg í samband við kirkjugarðin / gravaran! Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð til jarðarferð skal avtalast við gravaran.
Í sambandi við andlát í Kollafirði, Nólsoy ella í Hesti, skal ein venda sær til kommunala umsjónarmannin á staðnum. Er hesin ikki til at fáa fatur á, so til gravaran í Havn.
Tá andlát uttan fyri sjúkrahús er staðfest av lækna, skal deyðaváttan latast kirkjubókarførandi sóknarrprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.
Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Sjúkrarøktarfrøðingar hjálpa at gera líkið klárt og leggja í kistu.
Er andlátið á sjúkrahúsi, skal avvarðandi venda sær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um viðkomandi mannagongd.
Er andlát í Kaldbak, skal ein venda sær beinleiðis til gravaran í Havn.
Er talan um fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, skulu avvarðandi kortini lata kirkjuskrivstovuni deyðaváttan.
Tá kapellið á Landssjúkrahúsinum verður nýtt til bønarhald í sambandi við andlát, eiga avvarðandi at seta seg í samband við sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um mannagongdir.
Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Landssjúkrahúsið ger líkið klárt og setir kistuna í kapellið.
Avvarðandi biðja sjálv prest ella talara til bønarhald. Landssjúkrahúsið syrgir eftir avtalu við avvarðandi fyri hølum og urguleikara, um sungið verður úr kirkjusálmabókini. Verður onnur sangbók nýtt, mugu avvarðandi sjálv biðja urguleikara. Avvarðandi biðja berarar.
Avvarðandi avtala flutning til kirkju ella samkomuhús við føraran av líkvogninum hjá Tórshavnar kommunu. Flutningur við kommunalu líkvognunum er ókeypis. Líkvognur fæst við at ringja á tel. 21 05 70 ella 25 40 08.
Er jarðarferðin úr kirkju, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini. Prestur boðar kirkjutænarunum frá.
Avvarðandi velja sjálv sálmar ella sangir, ið sungnir verða. Verður ynskt at prenta sanghefti, syrgja avvarðandi sjálv fyri tí.
Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsi enn kirkju.
Tórshavnar kommuna eigur Kirkjugarðskapellið, sum er ókeypis at nýta til jarðarferð hjá øllum í kommununi.
Atgongd til kapellið fæst við at seta seg í samband við gravaran og avtala tíð fyri jarðarferð. Mannagongdin er tann sama, sum undir kirkjuligari jarðarferð. Tó skulu avvarðandi sjálv biðja urguleikara.
Jarðarferð verður avtalað við gravaran, sum er at hitta á tel. 21 05 70, ella umsjónarmannin á staðnum, sí undir „viðkomandi telefonnummur“.
Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð skal avtalast við gravaran.
Tórshavnar kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum. Tænastur, ið avvarandi biðja um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu, rinda avvarðandi sjálvi.