Vel kommunu

Teknlýsing
Grøv
Í nýtslu
Umbiðin
Tøk
Annað
Inngongd
Innkoyring
Kapell
Avgreiðsla
Parkering
Vesi
Bussskýli
Vatn
Ruskílat
Bonkur
Um kirkjugarðar

Kirkjugarðurin - Tórshavnar kommuna

Vegleiðing um tænastur

Avvarðandi mugu sum tað fyrsta seta seg í samband við kirkjugarðin / gravaran! Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð til jarðarferð skal avtalast við gravaran.

Í sambandi við andlát í Kollafirði, Nólsoy ella í Hesti, skal ein venda sær til kommunala umsjónarmannin á staðnum. Er hesin ikki til at fáa fatur á, so til gravaran í Havn.

Tá andlát uttan fyri sjúkrahús er staðfest av lækna, skal deyðaváttan latast kirkjubókarførandi sóknarrprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.

Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Sjúkrarøktarfrøðingar hjálpa at gera líkið klárt og leggja í kistu.

Er andlátið á sjúkrahúsi, skal avvarðandi venda sær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um viðkomandi mannagongd.

Er andlát í Kaldbak, skal ein venda sær beinleiðis til gravaran í Havn.

  • Sjúklingaskrivstovan á Landssjúkrahúsinum tel. 30 45 00
  • Suðurstreymoyar eystara prestagjald tel. 31 39 00
  • Suðurstreymoyar vestara prestagjald tel. 31 42 51
  • Kollafjørður hoyrir til Norðurstreymoyar prestagjald, tel. 42 12 14

Er talan um fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, skulu avvarðandi kortini lata kirkjuskrivstovuni deyðaváttan.

Landssjúkrahúskapellið

Tá kapellið á Landssjúkrahúsinum verður nýtt til bønarhald í sambandi við andlát, eiga avvarðandi at seta seg í samband við sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um mannagongdir.

Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Landssjúkrahúsið ger líkið klárt og setir kistuna í kapellið.

Avvarðandi biðja sjálv prest ella talara til bønarhald. Landssjúkrahúsið syrgir eftir avtalu við avvarðandi fyri hølum og urguleikara, um sungið verður úr kirkjusálmabókini. Verður onnur sangbók nýtt, mugu avvarðandi sjálv biðja urguleikara. Avvarðandi biðja berarar.

Avvarðandi avtala flutning til kirkju ella samkomuhús við føraran av líkvogninum hjá Tórshavnar kommunu. Flutningur við kommunalu líkvognunum er ókeypis. Líkvognur fæst við at ringja á tel. 21 05 70 ella 25 40 08.

Jarðarferð

Er jarðarferðin úr kirkju, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini. Prestur boðar kirkjutænarunum frá.

Avvarðandi velja sjálv sálmar ella sangir, ið sungnir verða. Verður ynskt at prenta sanghefti, syrgja avvarðandi sjálv fyri tí.

  • Sangarar biðja avvarðandi sjálvi
  • Berarar biðja avvarðandi sjálvi
  • Pynti til kirkjuna syrgja avvarðandi sjálvi fyri
  • Bili at koyra kransar og blómur úr kirkjuni út á kirkjugarðin, syrgja avvarðandi sjálvi fyri

Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsi enn kirkju.

Kirkjugarðskapellið

Tórshavnar kommuna eigur Kirkjugarðskapellið, sum er ókeypis at nýta til jarðarferð hjá øllum í kommununi.

Atgongd til kapellið fæst við at seta seg í samband við gravaran og avtala tíð fyri jarðarferð. Mannagongdin er tann sama, sum undir kirkjuligari jarðarferð. Tó skulu avvarðandi sjálv biðja urguleikara.

Í kirkjugarðinum

Jarðarferð verður avtalað við gravaran, sum er at hitta á tel. 21 05 70, ella umsjónarmannin á staðnum, sí undir „viðkomandi telefonnummur“.

Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð skal avtalast við gravaran.

Tórshavnar kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum. Tænastur, ið avvarandi biðja um frá øðrum enn Tórshavnar kommunu, rinda avvarðandi sjálvi.

Viðkomandi telefonnummur

Kirkjugarðurin í Tórshavn
21 05 70
Líkvognur
25 40 08
Sjúklingaskrivstovan
á Landssjúkrahúsinum
30 45 00
Kommunali umsjónarmaðurin
Kollafjørður
25 40 03
Nólsoy
21 40 69
Hestur
21 40 94
Prestagjald
Suðurstreymoyar eystara
31 39 00
Suðurstreymoyar vestara
31 42 51
Norðstreymoyar
42 12 14

Viðkomandi telefonnummur

Kirkjugarðurin
Líkvognur
Sjúklingaskrivstovan
á Landssjúkrahúsinum
30 45 00
Kommunali umsjónarmaðurin
Leirvík
Norðragøtu
Undir Gøtueiði
Prestagjøld
Fuglafjarðar prestagjald (Leirvík)
23 73 44
Nes prestagjald (Norðragøta, Syðrugøta, Gøtugjógv og Undir Gøtueiði)
44 71 71

Kirkjugarðar í Klaksvíkar kommunu

Jarðarferð

Tá andlát er, eiga tey avvarðandi at ringja til kirkjugarðsleiðaran Finn Sigurðsson, ella gravara, Jákup Martin Gullaksen, á telefon 221610 og boða frá. Eisini hevur kommunan líkbil ið kann bíleggjast við at tosa við gravaran.

Hesar kommunalu tænastur eru ókeypis fyri borgarar í Klaksvíkar kommunu.

Gravarin eigur sum skjótast at fáa boð um andlátið, so tey avvarðandi saman við honum kunnu áseta eina tíð til jarðarferðina; síðani skipar hann fyri, at grøvin verður grivin og tyrvd. Jarðarferðin skal enda so stundisliga, at gravarin kann gera arbeiði sítt liðugt á grøvini, áðrenn dagurin fer at halla. Til ber at kunna seg nærri um krikjugarðarnar og krikjugarðsbøkurnar niðanfyri.

Eftirsitandi, sum ynskja samgrevstur, eiga at biðja um tað hjá gravaranum. Friðingarskeiðið er fyri vaksnamannagrøv 30 ár og fyri barnagrøv 20 ár. Kista kann verða sett oman yvir aðra, og loyvt er at gravseta urnu, har grivið er frammanundan.

Gravsteinar

Áðrenn gravsteinur verður bílagdur, ella nýtt navn skal á verandi stein, skal ein umsókn sendast Klaksvíkar kommunu. Umsóknarblaðið finnur tú í sjálvgreiðsluni, ella í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32. Umsóknin verður viðgjørd av kirkjugarðsnevndini, sum síðani sendir skrivliga loyvið til umsøkjaran. Í umsóknarblaðið skal millum annað skrivast gravstaðarnummar, og hvat skal standa á gravsteininum.

Fyri at sleppa undan stavivillum á gravsteininum er tað gott at biðja um eina fotomynd/avrit, áðrenn steinurin verður latin frá fyritøkuni har hann er keyptur.

Fyri arbeiði at seta gravstein upp verður send rokning, seti tykkum í samband við gravaran hesum viðvíkjandi.

Havi í huga ikki at keypa ein alt ov stóran stein, mesta long á sokkli 100cm. Hetta er av praktiskum orsøkum og eisini tí at hesir taka sera nógvan vind á seg og kunnu koppa í illveðri og endurrindar kommunan ikki slíkar skaðar.

Gravsteinur kann setast á grøvina eitt ár eftir, at tann deyði er grivin.

Kirkjugarðarnir

Kirkjugarðarnir eru ogn hjá Klaksvíkar kommunu, og ein kirkjugarðsnevnd hevur umsjón við kirkjugørðunum. Kirkjugarðsbøkur verða førdar í trimum eintøkum. Gravarin førir tvey og býráðsskrivstovan eitt eintak. Í kirkjugarðsbøkurnar verður skrivað nummarið, ið grøvin hevur, nøvn og dagfestingar teirra, sum jarðað eru.

Klaksvíkar kommuna eigur bøkurnar.

Tann, sum hevur gravstað í festi, hevur skyldu at halda gravstaðið og kann fáa tilboð frá kommununi um at fáa hetta gjørt. Um eitt gravstað ikki sæst at verða hildið og harvið misprýðir, kann kommunan - eftir at hava heitt á tey avvarðandi - fáa gravstaðið ruddað. Loyvt er at seta upp gravstein á grøvina og kantsteinar ella líknandi uttan um grøvina, eins og loyvt er at planta ella á annan hátt prýða gravstaðið. Tað er tó ikki loyvt at planta høgan vøkstur, trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg. Áðrenn gravsteinur ella kantur uttan um grøvina verður gjørdur, skal umsókn við strikumynd og áskrift sendast kirkjugarðsnevndini til góðkenningar.

Reglugerðina fyri kirkjugarðarnar í Klaksvíkar kommunu kann ein fáa við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 410000.

Viðkomandi telefonnummur

Kommunuskrivstovan
41 00 00
Gravarin
Jákup Martin Gullaksen
22 16 10
Prestagjald
Norðoya eystara prestagjald
45 10 52
Norðoya vestara prestagjald
45 53 24